Í Dekapolis Jesus gekk ein dagin

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (5. mars 2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur um halvarðsøkuleitið 2007.

Í Dekapolis Jesus gekk ein dagin,
har deyvan mann hann leiddi út um staðin,
hann dumbur var og kundi ikki røða,
tey biðja Jesus bønliga hann grøða.

Har einsæris tá Jesus undur gjørdi,
í oyru stakk og spýtt á tungu førdi,
mót himni hann sítt “Effata”so segði,
straks mælti maður, aftur hoyrn hann hevði.

Straks frøddust fólk í hesum heidna staði,
tá dumbi maður talaði so raðið:
“Alt sera væl víst Jesus gjørt oss hevur,
tey deyvu hoyra, málleys málið gevur”.

Tann sama megi var í Jesu orðum,
sum tá ið heimur skaptur varð í forðum.
Gud talaði, so uddi lív á foldum,
í havi, luft, á landi og í moldum.

Av syndini vit deyv og dumb øll vóru,
í djúpa avgrund vit frá Gudi fóru,
vit kundu hvørki syngja ella biðja,
og hoyrdu ei, hvat Gud oss vildi siga.

Men undur stórt, at orðið hold er vorðið,
av Jesu munni er tað okkum borið,
og “opna teg”, so man hann okkum bjóða,
so lov og tøkk um frelsu hans kann ljóða.

Ja, opna tú, vár Gud, várt trúaroyra,
so tíni gleðiboð vit kunnu hoyra,
at tú hvønn lívsins dag vilt við oss vera,
– og okkum sæl av miskunn tíni gera.

FavoriteLoadingGoym tekstin