Í deyðaskuggans landi

Victor DanielsenGottfred Matthison-Hansen
Orð: Victor Danielsen
Lag: Gottfred Matthison-Hansen

1. Í deyðaskuggans landi,
har skygdi ljósið bjart,
tá fast í trælabandi
tú, sál mín, bundin vart!
Tá deyð var vón og troyst
og stongdar allar gøtur,
kom hjálp og friður søtur,
varð gátan myrka loyst.

2. Ei var tað egin styrki,
ei var tað vitskaps ráð,
ei manna kraft og yrki,
ið kundi hjálpa tá;
tað var hitt gleðiljóð:
Ein Frelsari er føddur!
Har fann mín fótur møddur
ta søktu trygd og ró.

3. Nú ljósur er mín vegur,
eg ferðist trygt avstað;
tí eyga mítt, tað hevur
Guds stóru frelsu sæð.
Hvør svari fyri seg –
hvør veit, hvat hann man meina –
mær tørvaði hitt eina,
at finna, Jesus, teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin