Í døpurhuga

Orð: Jóannes Patursson
Lag: Vísulag (Súsonnu vísa)

1. Dagur dettur av degi, vit kenna,
at tíðin hon rennur so kvik;
hon okkum kann temja,
tí lítið vit fremja,
tað kvinkar ikki enn eitt dik.

2. Her standa vit nú og tøva
og vita tó øll so væl,
at tað er úr lagi
við Føroya slagi,
tað sleppur ikki upp í tal.

3. Jú, draga ein tosk av grunni
og hirða ein haka í mold,
vinna pening úr mjøli
av handli og sølu,
slíkt brekar ei á Føroya fold.

4. Men hvar er tann nevin, sum slær
í borðið móti órættis lag
og ripar á múla
tann fremmanda skúla,
sum drepur okkum dag eftir dag?

5. Ei søga, ei mál, ei siður,
sum lands várs eyðkenni er,
við einum orði
verður borið á borðið;
tað er tó ein ribbalda gerð.

6. Tað hýma tí dreingir og gentur
á bekki sum fjákut lomb;
hvat hava tey fingið
á krákutingi?
Jú, hyllng á at fylla upp í vomb.

7. Lærdu tey at virða sítt land,
sína søgu og sjálvan seg?
Spyr tú tey bara,
tey kunnu tær svara:
Hvat tramin kemur slíkt við meg!

8. Gud hann fyrigevi okkum,
sum ganga og síggja hará,
at slíkur ein siður,
sum drepur oss niður,
hann enn eigur landaráð.

9. Um tað man vera tí, vit sjálvi
hava dansað tann sama dans
í somu sporum
sum børn í forðum,
tí geva vit hesum ongan ans.

10. Tað sýnist, várt skinn er so seigt,
at als einki bítur hará;
um vit sjálv verða stolin,
vit eru líka tolin
og mutla bara: “Skitt, lat gá!”

11. Um tægr tó og blóðsdropi eftir
er enn av norrønum slag’,
so hevjið upp orðið,
og sláið í borðið:
“Vit tola ikki longur hetta lag.”

FavoriteLoadingGoym tekstin