Í dráttratíð

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Carl Michael Bellmann

1. Bindið bakkabandið fast
um vár belti, í bergi vit brátt skulu síga.
Ger enn umaftur eitt kast.
Sansa at, so ei knútarnir glíða.
Sláið hælin fast í jørð.
Setið tríggir á bondini, so er vár siður.
Sterk tey eru sum í fjør;
tú kanst óræddur heingja teg niður.
Lesningstátt í hond eg tók
og ein lítlan lundakrók.
Nú skal royna glaðan lyst,
og eitt hundrað eg vænti mær vist.

2. Hanga millum loft og hav
er ein sæla, sum bjargamenn flestallir kenna.
Fegnir fara teir útav,
móti berginum føturnar spenna.
Sum seg fuglur kenna má,
har á breiðspentum veingjum hann brúsandi flýgur,
so er mansins kensla, tá
hann í luftini reiggjandi sígur.
Um so línan mala vil,
ræður um at nýta skil,
beina sær við hond og fót,
venda bringuna berginum mót.

3. Skorin er so væn og fríð.
Millum hvannir veðrarnir at okkum hyggja.
Torvan er so grøn og síð,
og í holunum lundarnir byggja;
troka armin har inní,
og tú kennir teir flógvar og fjaðraðar liggja;
fúsir stútt til blóðugt stríð
tínar hendur teir høgga og tyggja.
Út úr hvørjum gjótulag
brakar álkan: Góðan dag.
Ikki fekk hon blídligt svar,
undir reimina upphongd hon varð.

4. Hæla spor og sit væl við;
tað er ørðugt og illgongt í lomvigareyga.
Fer mín fótur har á glið,
heldur tú fyri lívi og deyða.
Enn meg lystir ei í mold
burt frá lívi og leiki og lundum at fara.
Føgur ert tú Føroya fold,
eg vil liva til land mítt at æra. –
Sólin heit um himin fer,
var nú bert ein kelda her.
Liðugt er. Eg varða skal.
Drag meg upp. Nú er vunnið so væl.

FavoriteLoadingGoym tekstin