Í dreymalandi

Nicolina Jacobsen
Orð: Nicolina Jacobsen
Lag: 12. september

Tú kom til mín í kvøld í stjørnufjøld,
vit vóru saman hetta vakra kvøld,
og fram við strond vit gingu hond í hond,
vit gingu saman inn í dreymalond.

Og mánin skein út yvir land og hav
og breiddi ljós sítt yvir alt, sum svav.
Í dremaland’ vit vóru sæl og glað
vit droymdu okkum burt frá tíð og stað.

Vit vóru saman í tí stillu nátt,
og har vit bygdu okkum dreymaslott.
Ja, um vit kundu dvølt har alla tíð,
tá gloymt varð alt, sum eitur sakn og stríð.

Men um vit altíð fylgjast, tú og eg,
um tú til alla tíð vil elska meg,
tá fegin eg tær gevi trygdareið,
og tá gerst brátt so ljós og løtt vár leið.

FavoriteLoadingGoym tekstin