Í eini lon

Uni Arge
Orð og lag: Uni Arge

Í eini lon
har gongur hon
fær sær ein temunn
sum hon er von

Hann situr har
hann koppin fær
hann tosar um lívið
sum einaferð var

Eyguni glógva eitt livandi brá
nú fjarskotnum londum hann sigur frá
onki var meira vakurt at sjá
enn sjónir hann úti í verðini sá

Sum hon er von
so nikkar hon
fær sær av tenum
í sínari lon

Lesur eitt blað
og sigur so tað
at drotningin sær
mær so troytt út í dag

Eyguni glógva ein livandi sjón
teir fara nú allir um Kapp Góða Vón
langt var at fara og longsulin sveið
men hegnið var gott og teir funnu á leið

So hoyra tey eitt ljóð
jú stovan hon er góð
ein hvirla skrykkir fast
og hurðin hon er læst
tey tiga so saman eina stund
áðrenn tey fáa sær sín blund

Úti á fjørðinum syftast enn
súðir og glaður allar í senn
morgunin kemur og í eini lon
ger hon so aftur sum hon er von

FavoriteLoadingGoym tekstin