Eg í einsemi dvølji hjá Jesusi

Týtt: Petur William Háberg

1. Eg í einsemi dvølji hjá Jesusi
og hvíli við bróst hans so trygt;
har eg sorgtungur troystaður verði,
hjá honum burt svinnur øll frykt;
eg í einsemi dvølji hjá honum,
njóti hansara dýrd eina stund;
áh, hans sólljós tá undurfult treingir
í hjartans innastu grund!

Niðurlag:
Eg var vónbrotin, móður og tungur,
eftir hvílu longdist mær;
hana fann eg í Jesusar ørmum –
hvør sæla at hvíla har!

2. Skal eg siga tær, hvat hann mær segði,
tá eg tryggur við hjarta hans lá?
Jú, hann talaði orð, sum burt tóku
alt tað, ið lá sinninum á;
hann hin fíggindan sló, sum meg trongdi,
sum í freistingar meg hevur leitt,
gjørdi syndina, deyðan til einkis –
nú alt gjøgnum Jesus er greitt.

3. Tann, ið kemur til mín, eymt hann segði,
eg koyri ei burtur frá mær;
og hann dró meg so tætt til sítt hjarta,
sum eg ongantíð áður var;
tonk, hann segði, eg var honum kærur,
og hvat goymt mær í Himlinum er;
tí eg gleða meg kann sum ein fuglur,
ið loystur úr snerruni fer.

FavoriteLoadingGoym tekstin