Í eystri reis upp sólin skær

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Valdimar Briem
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í juli 2002.

Í eystri reis upp sólin skær,
í eystri sólin, Jesus, har,
úr gravardýpi stígur,
tú páskasólin bjørt og blíð,
tú birtist kristnum alla tíð
og aldri aftur sígur.
Jesus, Jesus,
sigur vunnin, sól upp runnin,
vón og gleði
turka tár á páskadegi.

Tann steinurin er veltur frá
av teirri grøv, sum Jesus lá,
so hon nú opin stendur.
O, hvør tók burtur steinin tann,
ið mær á brósti liggja man?
– Guds mildu almátshendur!
Jesus, Jesus,
klettur reysti, hetjan treysta,
hjartans kæra,
skjól, ið aldri burt skal fara.

Í Jesu grøv var blítt og bjart,
har birtist einglum ljósið skært
og ásjón undurfríða.
Í hvørji grøv, sum grivin varð,
ígjøgnum myrkrið trúgvin sær
Guds einglar birtast blíðan.
Jesus, Jesus,
rádd er gáta, ikki gráta
grøvum yvir,
einglar boða: deyður livir.

Tær einglar boða: upprisin!
tað endurtekur heimurin,
tað túsund tungur tala,
tað ljómar fagurt himni á
og lystiliga foldum frá:
hann reis úr deyðans dvala.
Jesus, Jesus,
tú vart vigin, men vanst sigur,
tú, vár megi,
reis oss upp á evsta degi.

Sum sólarrisið morgunstund
og blóman eftir vetrarblund
úr stirdu mold man spretta,
so ævigt ljósið birtast skal
og rósan prýða himnasal,
har summar ei skal gretta.
Jesus, Jesus,
um eg doyggi, tó eg troyggi,
at tín megi
vekur meg á páskadegi.

FavoriteLoadingGoym tekstin