Í felagsskapi um títt borð

Orð: Mary B. Peters
Lag: Nikolaus Hermann, James S. Anderson
Týtt: Victor Danielsen

1. Í felagsskapi um títt borð
nú fólk títt savnað er;
vit nú, sum okkum beyð títt orð,
títt minni njóta her.

2. Og hvørji sál, sum elskar teg,
vit fagna her so glað;
vit hava eina vón, ein veg;
eitt lív, ein hvíldarstað.

3. Lat hvønn og ein tí kenna nú,
at tú ert sjálvur nær,
tín frið, tín kærleik sendi tú,
send gleði, kraft frá tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin