Í fornari tíð ein ørk smíðað varð

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Sólbjørg Zachariassen

1. Í fornari tíð ein ørk smíðað varð,
skuldi bjarga teim rættvísu har;
Guð elskaði Nóa, ein útveg Hann gav,
bjargast skuldi frá brúsandi hav’.

Niðurlag: Kom inn í Guðs Ørk, hoyr, Hann biður teg,
Hann vil stilla tín stormfulla veg.
Gleði, frið gevur Hann,
sum tú fyrr aldri fann,
kom inn í Guðs frelsandi Ørk!

2. Henda Ørkin er Jesus, Hann býður tær inn,
kom og skunda í Ørkina tær!
Tá ið Jesusar blóð har á Golgata fleyt
varð alt fullgjørt, Hann leinkjurnar sleit!

3. Skjótt tó hurðin í Arkini kann verða læst,
tíðin farin, ei náði meir fæst!
Kallið ljóðar ei meira um frelsu og frið,
tá ov seint er tær at venda við!

FavoriteLoadingGoym tekstin