Í Føroyum er hart um vetrartíð

Orð: J.P. Gregoriussen
Lag 1: Regin Dahl
Lag 2: Tá eg verði stórur

1. Í Føroyum er hart um vetrartíð,
stormurin spælir um tindar,
skalvarnir hanga í brattari líð,
so hvassir leika teir vindar.

Her er tað land, sum mær hóvar.

2. Hart er í Føroyum, eg siga má,
tað nítur í merg á monnum,
ísurin brakar í hvørjari á,
hann glitrar á hørðum fonnum.

3. Við strendurnar er ikki minni hart,
har báran á lónni brýtur,
bylgjan kemur við rennandi fart,
seg høgt upp við berginum skjýtur.

4. Har millum hamrar, glyvur og gil
og brim, sum í fjøru brýtur,
har venjast Føroya unglingar til
tað verkið, sum dugandi nýtir.

5. Úti strevast teir hvønn ein dag,
teir ráman úr havinum súgva.
Um kvøldið teir fara í vinalag. –
Í Føroyum er vakurt at búgva.

6. Tøkk fái knokkur, sum húsini fyrst
fór opin innan at gera.
Tá stormurin leikar, og alt er fryst,
er hugnaligt inni at vera.

7. Í skemt verður mong ein løtan dvøld,
og lætt gongur føroyings tunga,
í dans stíga fólk hvørt halgikvøld,
har kvæðini lívliga runga.

8. Har dansa tey fegin kvinna og mann
saman sum systrar og brøður,
nei, ikki í sjálvari Keypmannahavn
so stuttligt er yvirhøvur.

Her er tað land, sum mær hóvar.

FavoriteLoadingGoym tekstin