Í Galilea við vatnið stilla

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Í Galilea við vatnið stilla
ein fremmandur gekk í sól og regn’,
sum Hann ei talaði nakar annar,
og eingin gjørdi so mikil tekn!

Niðurlag: Hin sami Jesus enn valdið hevur,
Hann frelsa kann tað, sum glatað var.
So kom og móttak Guðs stóru gávu,
Guðs kraft og frelsu tú kenna fær.

2. Hann Orðið talar til lívstroytt hjørtu,
teim blindu sjónina aftur gav!
Tey lamnu gingu, tey deyvu hoyrdu,
burtvilstum sálum Hann frelsu gav.

3. Hans kraft og almakt er ikki minkað,
enn hjørtum móðum er hvíldarhavn.
Tað finnist frelsa og lív og heilsa
og alt tær tørvar í Jesu Navn’.

FavoriteLoadingGoym tekstin