Í gjár, í dag, ja, alla tíð hin sami Jesus er

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Hjørleif Gaard og Kajfinn Hammer

1. Í gjár, í dag, ja, alla tíð hin sami Jesus er.
Hann hjálpir tær, tá ið tú ert í neyð.
Tá syndabyrðan tyngir teg,
hann kemur tær so nær,
tí hann vil bjarga tær frá synd og deyð.

Niðurlag: Hann livir, ja, hann livir
Kann aldri doyggja meir,
og fyri tær hann biður
til Gud í Himlinum.
Ein náðikelda rein og klár
hans krossi rennur frá,
so tann, sum trýr,
skal lív frá honum fá.

2. Hin niðurboygda reisir hann,
hin veiki finnur kraft !
Hin vónleysi kann syngja sigurssong.
Tey blindu síggja,deyvu hoyra,
hin halti ganga kann,
tey prísa vilja Jesus fram um alt.

3. Gud býtir sínar gávur út
til tey, sum hava trúgv,
so Jesu navnið dýrd og heiður fær.
Tá fær hin jarðarbundna trúgvin
lív í yvirflóð,
tí Jesus er í orðinum tær nær.

FavoriteLoadingGoym tekstin