Í góðsku síni Gud oss gav

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag: Hjá Jesusi eg søki frið
Viðmerking: Yrktur á mikkjalsmessu í 2008.

Í góðsku síni Gud oss gav
sítt skaparverk í hendi:
at varða væl um land og hav
við luft og undirlendi,
ja, urtir, grøs og heimsins dýr,
alt livandi á foldum býr
til okkum øll at ansa.

Hann alskyns dýr og havsins fisk
og alla jarðar grøði
– alt skapti Gud á váran disk
til heimsins mannaføði,
so eingin skuldi líða neyð,
men hava mat til dagligt breyð
um allan jarðarknøttin.

Men Harrans mikla húsarhald
í vansketni vit røktu,
vit valdu mammon, nýttu vald
og egnan vinning søktu.
Vit armaðu Guds góðu jørð,
so ókrút nú um heiðar grør,
og mangir munnar svølta.

Gud, fyrigev tú misbrot vár,
– tey margfald munnu vera!
Vit skoða nú tey ólívssár,
sum foldin øll má bera.
Gud, sýn tí okkum miskunn við,
at ikki næstu ættarlið
her vára syndir heysta.

FavoriteLoadingGoym tekstin