Í Guds herklæðum vinna vit landið ein dag

Orð og lag: Jamie Owens-Collins
Týtt: Flóvin Tyril

1. Í Guds herklæðum vinna vit landið ein dag,
minst, bardagin Harrans jú er,
við sannleikans vápnum vit vinna hvørt slag,
minst, bardagin Harrans jú er.

Niðurlag: Vit syngja: Dýrdin, kraftin
hoyrir øll Harranum til.
Vit syngja: Dýrdin, kraftin
hoyrir øll Harranum til.

2. Tá ið herar av óndskapi vísa sítt vald,
minst, bardagin Harrans jú er.
Í Kristusar blóði vár styrki er fjald,
minst, bardagin Harrans jú er.

3. Ræðst ei fíggindans lið, tá tað søkir at tær,
minst, bardagin Harrans jú er,
hav áræði vinur, tín frelsa er nær,
minst, bardagin Harrans jú er.

FavoriteLoadingGoym tekstin