Í Guds hús tveir mans fóru

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 10. desember 2003.

Í Guds hús tveir mans fóru
ein dag at halda bøn,
so ólíkir teir vóru,
og so var teirra løn.
Hin fyrri hátt seg setti
sum miklan avreksmann,
og tollaran ei metti
at vera eins og hann.

”Tøkk, Gud, eg ikki eri
sum hasin tollari,
eg fasti, tíggjund beri
og gangi bønarveg.
Sum horkallar og tjóvar,
eg ei kann líkna meg.“
Hann leit á gerðir góðar
og egið rættvísi.

Men ein í gólvið bíndi,
hann huldi andlit sítt,
tí syndaskuldin píndi
um sál og sinni vítt.
Men nú hann mátti trína
inn á tann mjáa veg,
hann helt um bringu sína
og bað Gud náða seg.

Hann rættvísgjørdur vendi
úr húsi Guds tann dag.
Tað sama ikki hendi,
tá fyrri fór avstað,
ið høgt seg sjálvan setti
og lágt hin tollara;
hann Gud so lítlan metti,
so Skriftin sigur frá.

Vit góðverk skulu gera,
tað Andans frukt jú er,
ja, góðan ávøkst bera,
í hugsan, orði, gerð.
Men lat oss aldri gloyma,
at alt er Harrans verk,
av náði hans aleina,
ið síni børn ger sterk.

FavoriteLoadingGoym tekstin