Í Guds orði eg kann sjá

Orð og lag: Inga-May Hörnberg
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: I Guds bibel

1. Í Guds orði eg kann sjá,
nakað stórt brátt henda má:
Harrin Jesus skjótt aftur koma skal.
Mangur lítur bíðandi
mót tí sælu løtuni,
tá sálin í Himlinum er sæl.

Niðurlag: Jesus aftur koma skal,
ja, hann aftur koma skal!
Út úr sorg og trongd og neyð
skal hann ævigt loysa tey,
sum í stríðnum sigrandi
hava hvílt í náðini,
og í Himli sigursløn bíðar teim.

2. Eins og tjóvurin á nátt
burt hann tekur tey so brátt,
sum í trúgv hava litið seg á hann.
Hvørt eitt stríð er endað har,
ferðandi tá hvílu fær
í staðnum, sum Jesus okkum vann.

FavoriteLoadingGoym tekstin