Í Guds orði stendur skrivað um, at tú eitt víntræ er

Orð: Lars Mörlid
Lag: Peter Sandwall
Týtt: Hallgrím Miðberg

1. Í Guds orði stendur skrivað um,
at tú eitt víntræ er.
Tú ert víntræið, og greinar eru vit,
sum ávøkst ber’.
Um vit ikki liva nær hjá tær,
vit følna, doyggja út,
men hjá tær er øll tann styrki,
sum mær tørvar.

Niðurlag: Øll vit skulu vaksa sterkari
sum greinar trænum á –
úr Himli og til jarðar út,
við styrki Gudi frá.
Vit skulu vera greinarnar
við ávøksti, sum sæst.
Í Harrans kærleika
vit nú skulu vera eitt.

2. Um vit eru í tær, lovar tú,
at tú ert okkum nær.
Harri, hjálp okkum at halda á
í styrki bert frá tær.
Harri, lat tey orð, tú talaði,
tey boð, tú okkum gav,
verða sáað út í kraft,
sum altíð varir.

FavoriteLoadingGoym tekstin