Í Harrans hondum eri eg

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Gamalt føroyskt sálmalag (Tað, Guð mín vil, tað komi á)

Í Harrans hondum eri eg,
so kann meg einki saka,
tá Jesus sjálvur leiðir meg,
skal eg so óttast nakað?
Mín himlafaðir er mær hjá,
væl vardur er mín vegur;
og tá eg foldum fari frá,
hann heim hjá sær mær gevur.

FavoriteLoadingGoym tekstin