Í Harrans hús tvey eldri fólk sær leita

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur á pálsmessu 2009.

Í Harrans hús tvey eldri fólk sær leita,
hann Símeon, hon Anna mundu eita.
So gudrøkin og biðjandi tey vóru,
tá tey so trúgv í halgidómin fóru.

Við vón og væntan árini tey gingu,
í húsi Guds har trúarstyrk tey fingu
um tann Messias, fedrar høvdu boðað,
til stundin kom, tey sjálv hann kundu skoða.

Sæl var tann stund, tá barnið varð teim borið,
tí prógvað teimum varð profetaorðið.
Nú trygg tey kundu hvíla undir moldum,
tí sæð tey høvdu Frelsaran á foldum.

Men áðrenn teirra muður kundi tagna,
tey vildu bæði Jesubarnið fagna.
Um frelsu Guds tey gleðiboðskap bóru
til heimsins fólk, sum stødd í myrkri vóru.

Vit, sum hvønn halgidag í kirkju sita,
um frelsu Guds frá barnsbeini víst vita.
Gud gævi, at vit sama boðskap bera
so leingi, vit á hesum foldum vera.

FavoriteLoadingGoym tekstin