Í henda halga Harrans sal

Matthías JochumssonPetur Jacob Sigvardsen
Orð: Matthías Jochumsson
Lag (28. februar 2007): Knút Olsen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1995.

1. Í henda halga Harrans sal
mong mannasálin leita skal,
har úti herjar heljarstríð,
men her er ævig gævutíð.

2. Í henda halga Harrans sal
úr heimsins gleimi berast skal
so mangt eitt barn til skírnarlind
at skapast í tí nýggju mynd.

3. Í henda halga Harrans sal
úr heimsins larmi ganga skal
hin ungi fram, sum festi eið
at roynast trúgvur alt sítt skeið.

4. Her verður vígt mangt heilagt band
til signing fyri tjóð og land,
og her skal reiðast Harrans borð,
og her skal boðast lívsins orð.

5. Tað orð, sum grøðir øll vár mein,
tað orð, sum vermir kaldan stein,
tað orð, sum kveikir kraft og móð
og birtir lív í deyða tjóð.

6. So kom tú higar, kristin sál,
lat ljóma halga lovsongsmál,
kom, syrgin sál og hjartans fús,
í heimi er ei betri hús.

7. Og hetta húsið halgum vær
o, himna Drottin, einans tær
í Jesu friði, Jesu trúgv,
í Jesu navni tú her búgv.

FavoriteLoadingGoym tekstin