Í hesi sælu jólatíð

Hans Adolph Brorson
Orð: Hans Adolph Brorson
Lag 1: Gamalt føroyskt sálmalag
Lag 2: Carl Christian Nicolaj Balle
Týtt: Jákup Dahl

1. Í hesi sælu jólatíð
vit glað øll skulu vera,
og fús og hugað vera í
Guðs náði lov at bera;
um hann, í krubbu lagdur er,
alt takkarljóð og lovsong ber,
so tað kann hjartað fanga.
O, frelsarmaður, lovið títt
um allan heim skal ljóða vítt,
so foldin kyk skal ganga.

2. Tann sonurin av Dávids rót,
sum er Guðs faðirs líki,
hann syndarum til sálarbót
steig oman úr himmiríki;
tað hann so sárt í hjarta skar,
at verøld øll í vanda var,
og menniskjan fór illa;
í góðsku síni sterk og rein
hann kom á fold várt sálarmein
og hjartasorg at stilla.

3. Ein lovsong vit fram bera tá,
um fátt vit kunnu bjóða,
hosianna og halleluja
skal allar staðir ljóða;
Guðs ørk er send í váran her,
tí syngja vit um sigursferð,
har áður vón var eingin;
vit syngja um hin sæla frið,
so helviti skal ógvast við
at hoyra einglasongin.

4. Guð nú ei longur vreiður er,
men hevur miskunn blíða,
tí komin sonur hans er her
for heimsins synd at líða;
tí kærleika skal boðast frá,
at sonur Guðs er okkum hjá
í armóð, eymd og váða;
hvør skal tá ikki lætta av
tí tunga móði, sorgin gav,
og lata Jesus náða!

5. Og um so nátt er myrk og long,
hon fer, tá sólin rísur,
so endast skal mín sút so trong,
tá miskunn Guðs mær lýsir,
at Guð frá fyrstu upphavs stund
meg elskaði av hjartans grund,
varð bróðir mín og líki;
hitt orð mær ei úr huga fer,
sum einglakórið higar ber:
«Guðs frið um jarðarríki!»

6. Um mangan er mítt gleðiljóð
ein gráturødd at hoyra,
so skal øll krossins tyngd ei tó
tað mær av vørrum koyra.
Tá hjartans neyð sum mest gerst trong,
eg spenni gleði-hørpustrong,
at hann skal betur ljóða;
og syrgin hjørtu skilja best,
hvat henda stóra fagnarfest
av gleði letur bjóða.

7. Halleluja, nú endað stríð,
hvør er tann, sum nú klagar!
Hvør gongur stúrin sorgum í
nú hesar sælu dagar!
Guðs kirkjufólk, syng hátt í ský:
Halleluja, vár gleði ný
er sæl, so ei finst líki!
Halleluja, halleluja!
Guðs son eg á, eg fari herfrá
við honum til Guðs ríki!

FavoriteLoadingGoym tekstin