Í hesi tíð – eg vil vera við

Orð og lag: Jógvan Lydersen

1. Í hesi tíð, sum vit liva í,
leikar hart á, sannast má
eitthvørt reisist í dag, í morgin fellur tað.
Tað tykist sum ótti, stúran tyngja hvørja sál.

Niðurlag: Eg vil vera við tann dag,
tá ið Jesus koma skal.
Tá hann brúður sína taka skal til sín.
Tá ið lív mítt her at enda komið er,
Harran eina skal tilbiðja
í endaleysa tíð.

2. Sjálvsøkin sál røkkur ei á mál
til ríki Guðs ein dag, nei, fá í lag
at søkja Hann, sum toldi spott og skam,
sum eftir tær leingist og vil varða teg hvønn dag.

3. Sum tjóvur á nátt kemur Harrin brátt
at taka síni heim í dýrd og gleim.
Vak nú tí – ger teg út til stríð!
Tú veitst ei, hvønn tíma Harrin koma skal.

FavoriteLoadingGoym tekstin