Í himmalin á fold vit longu eru sett

Orð: Árni Jacobsen
Lag: Torkil Mørkøre

Í himmalin á fold vit longu eru sett
í Kristusi, vit kalla vár frelsara og klett.
Av Jesu dýrd at skoða her aldri gerast mett
— tí, hann er tann, ið frelsa sálir kann.

Dýr er Guds ríka náði, sum fyrigevur synd,
og setur tey í frælsi, í myrkri trivla blind.
Hann fyri okkum letur upp ta føgru himmalgrind
— tí, hann er tann, ið frelsa sálir kann.

Tú sál sum uttan vissu í lívi ferðast her
og støðugt óttast fyri, hvat framtíðin tær ber,
legg lív títt nú í Jesu armar, bjargaður nú verð
– tí, hann er tann, ið frelsa sálir kann.

FavoriteLoadingGoym tekstin