Í hoyna

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Vísulag (Gylt saðil á)

1. Lívligt er á bønum í dag,
lotið er lýtt,
steinstólpan fer um garðar glað
og kvøður eitt ljóð so blítt, so frítt.

2. Áin letur sorgarljóð:
“Lin eri eg;
gævi brátt úr havi dró
eitt útsynningsæl at fita meg.”

3. Líggjaskógvurin tjúkkur er;
burtur hann má.
Elsa fullan favnin ber
og ristir so út um heyg og lág.

4. Rívur raka hart og títt.
Nýturkað hoyggj
angar væl, og lotið blítt
ber sælastu boð til mann og moyggj.

5. Katrin starir út á sjógv.
Væntar hon grind?
Vendir kvik at raka hógv,
av bráðskundi breyt hon rívutind.

6. “Hoyr tú, Katrin, stolt og prúð
dyl bara ei,
unga bóndan elskar tú.”
Tá lær hon og svarar: “Nei, nei, nei.

7. Eg elski blómur, bløð og strá,
fuglanna song,
sólarglæmu á stillu vág,
og angandi bø, men ongan drong.”

8. “Trúgvi hvør, ið trúgva vil.”
“Møsna ei meir;
rist á teig og raka gil,
eg vænti ei sólsinsdagar fleir.

9. Veðurgarðurin boðar frá
avgongu brátt,
brekkan upp í sátur má,
so nulva vit hitt, sum enn er vátt.”

FavoriteLoadingGoym tekstin