Í hundraðtúsundtali her

Orð: Albert Benjamin Simpson
Lag: James H. Burke
Týtt: Jákup Olsen
Upprunaheiti: A missionary cry

1. Í hundraðtúsundtali her
ein sálin eftir aðra fer
um deyðans køldu gátt;
til dóms tey uttan Kristus gá –
ei ljós, ei vón, ein framtíð grá;
ein svørt og ævig nátt,
ein svørt og ævig nátt.

Niðurlag: Í túsundtali dag um dag
tey fara skjótt avstað,
tey fara burt til dóm,
tey fara burt til dóm.

2. Guds Andi, okkum fylli tú
við kærleika, við vón og trú,
og ger tú okkum sterk,
at gull og silvur leggjast má
for Jesu fót sum offur – tá
skal fremjast Harrans verk,
skal fremjast Harrans verk!

3. Tú biðjandi! Í Jesu navn
trong inn í Harrans opna favn,
halt á og troyttast ei!
Statt fastur bert í stríðnum her!
Tú veitst, at skjótt at enda er
hin myrka stríðsins leið,
hin myrka stríðsins leið.

4. Skjótt kemur Harrin; henda nátt
nú liðin er at enda brátt –
áh, nýt tí tíðina,
og ber tað fram, hitt glaða ljóð,
um frið við Jesu dýra blóð
til hvønn ein syndara,
til hvønn ein syndara!

5. Lat okkum virka! Tíðin fer,
og mannasálir doyggja her
í myrkri, uttan frið;
hin frelsa frí, sum Jesus vann
til tín og mín – áh, keypti hann
ei teimum frelsu við,
ei teimum frelsu við!

6. Í túsundtali foldum frá
tey fara, og tey koma tá,
har nátt ei enda fær;
lat okkum nýta dagin væl,
at teirra blóð ei krevjast skal
av hondum tær og mær,
av hondum tær og mær!

FavoriteLoadingGoym tekstin