Í hvørjari vrá nú lýsa

1. Í hvørjari vrá nú lýsa
og bleiktra mong ljós í kvøld,
og barnahendur nú vísa
mót himlinum stjørnufjøld.

2. Tey heilsa nú glað við sangi,
tí frelsarin føddur var,
sum sonur av himnakongi,
og gleði til foldar bar.

3. Í eini krubbu í fjósi
har hansara lega stóð,
og uttan fyri var ljósið,
og yndisligt einglaljóð.

4. Har fyrstu ferð hoyrdist songur,
lá nátt yvir Dávids stað,
hin ævigi himmalsongur,
sum nýggjur er hvønn ein dag.

5. Tann songur, sum aftur tónar,
hvørt jólakvøld hoyrast kann,
um barnið Guds son, sum trónar
í himli og deyðan vann.

FavoriteLoadingGoym tekstin