Í hvørjum nærkast mín burturferð

Orð: Steen Steensen Blicher
Lag: Oluf Ring
Týtt úr donskum: M.S. Viðstein

1. Í hvørjum nærkast mín burturferð,
og vetur hoyrist á heiði;
sum flytifuglur eg eri her
og heim á øðrum stað eigi.

2. Meg allar dagar tó vardi tað,
tað man ei hjarta mítt tyngja,
tí vil eg fegin mítt glaða lag
á burturferð míni syngja.

3. Kann henda, eg skuldi kvøðið kátt,
og málið treystari verið;
av ódnarstormum á dimmu nátt
so fjaðursærdur eg eri.

4. Eg ivldi spent mínar veingir út
og flogið í Guds náttúru,
men heilt lamsligið er flogið mítt
og innistongdur í búri.

5. Eg vildi fegin í lofti blá’
mær lætt í ljómandi sangi;
men her í visti eg verða má –
ein neyðar skuldbundin fangi.

6. Tað tíðum mær tó til ugga er,
tá mest eg siti og stúri,
sjálvt hjartkipt, syngjandi rødd mín fer
við longsli úr mínum búri.

7. O, vallari, lýð á kvæðið her,
kann henda, tað kann teg frøa;
Gud veit, tað er kanska síðstu ferð,
tú hoyrir lívsfangan kvøða.

8. Tað berst mær fyri, í nátt eg skal
á flog til heimið, mær hóvar;
tí syngja vil eg eitt eymt farvæl,
tað kanska síðstu ferð ljóðar.

FavoriteLoadingGoym tekstin