Í Jesu Kristi ert tú vorðin

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 11. januar 2007.

1. Í Jesu Kristi ert tú vorðin
ein nýggjur skapningur á fold,
um tú til gravar verður borin,
og hold títt verður dust og mold,
– ein nýggjan skapning eigur tú,
eitt ævigt hús í himnabú.

2. Alt hetta hevur Gud oss givið,
ið gjørdi okkum sátt við seg,
um eg so doyggi ella livi,
hans kærleiki tó fevnir meg.
Í Kristi alt er vorðið nýtt,
í trúnni er tað vorðið mítt.

3. Gud heimin sáttan við seg gjørdi
hin dapra langafríggjadag,
tá hann sín son í deyðan førdi
og gjørdist synd í vára stað.
Hans rættvísi, sum Gud nú sær,
tað er tann trúgv, ið bjargar mær.

4. Ei nakað meir kann okkum skilja
ei deyði, sorg og neyð í verð,
Guds kærleiki skal okkum hylja,
hans veldisarmur barn sítt ber.
Tað hús, sum er á Kristus bygt,
tað stendur sjálvt í ódnum trygt.

5. Tú hjálp mær faðir her at stríða
ta stuttu stund, eg dvølji her,
hjálp mær í trúnni her at bíða,
til skilnarstundin komin er.
Verj meg við tíni verndarhond
og før meg trygt á himnastrond.

FavoriteLoadingGoym tekstin