Í Jesu navni, Faðir vár

1. Í Jesu navni, Faðir vár,
tú byrjaði eitt náðiár,
sum heldur á um alla tíð,
ger trælabundin fræls og frí.

2. Í Jesu navni funnu frið
ótaldar sálir, ættarlið;
enn hetta navnið bera man
tann frið, sum eingin fata kann.

3. Í Jesu navni fær hvør bøn
frá tær, o, Faðir, náðiløn,
sjálvt stilla suffið hoyrir tú,
sum kemur frá tí veiku trú.

4. Í Jesu navni her í dag
vit leita til tín, sálarglað,
við lov og tøkk av hjartans grund,
tí tú oss unti hesa stund.

5. Í Jesu navni lat tí nú
tín anda, Faðir, festa bú
á hesum staði, so títt verk
ger okkum eyðmjúk, glað og sterk.

6. Í Jesu navni lat tú so
tey, sum her hoyra gleðiboð
um hann, sum syndir várar bar,
í hjarta sínum fagna tær!

7. Í Jesu navni, Faðir vár,
lat orðið lekja sút og sár
og binda saman tíni børn
og verja tey í heimsins ódn!

8. Í Jesu navni lov og prís
skal ljóða heim í paradís,
tí foldin fekk eitt náðiár,
og lívsins Guð er faðir vár.

Edm. í Garði

FavoriteLoadingGoym tekstin