Í Jesu navni uttan líka

Magnus Brostrup Landstad DanielsenVictor Danielsen
Orð: Magnus Brostrup Landstad
Týtt: Victor Danielsen

1. Í Jesu navni uttan líka
full náði, troyst og sæla er,
hans dýrd – ei einglar kenna slíka,
og Himmalin hans lov fram ber.
Í tær Guds fylling øll jú býr –
fullkomin hvør, sum á teg trýr.

2. Tú ert várt alt, vár kraft og styrki,
lív, frelsa, ljós á dimmu leið,
í stríðinum ein borg, eitt virki,
ein kelda klár, sum tornar ei;
alt, ið vit hava, er av tær,
títt navn í ævir lovsong fær.

3. Tín kærleiki, hann aldri svíkur,
hvønn sakn hann fyllir okkum her,
í neyð tú ei frá okkum víkur,
men stríð og sorg við okkum ber;
og fattast okkum nakran lut,
so tó – hvør troyst: Vit eiga Gud!

4. Lat heimsins fáfongd tá bert svinna!
Ei jørðisk lukka gevur frið,
og harí einki er at finna,
sum líknast kann tín kærleik við.
Áh, ríkdóms djúp! Vár ogn ert tú
í allar ævir eins og nú!

FavoriteLoadingGoym tekstin