Í Jesu sárum frið eg fann

André Ernest Modeste GrétryVictor Danielsen
Orð: Lidie H. Edmunds
Lag: André Ernest Modeste Grétry
Týtt: Victor Danielsen

1. Í Jesu sárum frið eg fann,
har sálin hvílir seg,
hans deyði, eina deyði hans,
skal svara fyri meg.

Niðurlag: Ei aðra hjálp, ei annað skjól
og forsvar nýti eg,
enn tað, at Jesus deyðan leið,
og leið hann fyri meg.

2. Ja, Jesus doyði, tað er nokk,
ei annað nýtist mær;
at frelsa meg hann niður steig
og her krossfestur varð.

3. Á Harrans orð er trúgv mín bygd,
tað orð, ið skrivað er,
at Jesus doyði fyri meg,
og frið hans deyði ger.

4. Ja, hetta er mítt grundarlag,
og hetta vitni eg:
Í mín stað rann hans dýra blóð,
hann doyði fyri meg!

FavoriteLoadingGoym tekstin