Í Kána eitt kvøldið

Orð: Steingrímur Weihe
Lag: Gamalt sjómanslag (Sea Shanty Blow the man down)

Í Kána eitt kvøldið við veitslunnar borð
– Hey, skál, drekkið í botn –
sat hugtungur mangur, og fá vóru orð.
– Lat okkum tøma glasið í botn.

Tí mjøður var uppi, og als einki vín,
– Hey, skál, drekkið í botn –
burt gamalur raggar um eystaru sýn.
– Lat okkum tøma glasið í botn.

Tá mælti Várharra, tað er ikki gott,
– Hey, skál, drekkið í botn –
at menn ganga turrir í Kána á nátt.
– Lat okkum tøma glasið í botn.

So gjørdi hann vatnið til perlandi vín
– Hey, skál, drekkið í botn –
og bar hinum gamla um eystaru sýn.
– Lat okkum tøma glasið í botn.

Hann mælti tey orðini mergjað og reyst:
– Hey, skál, drekkið í botn –
góð kvinnan er manni, tó vínið er best.
– Lat okkum tøma glasið í botn.

Tá frøddist hin gamli, hann kom fram um sýn,
– Hey, skál, drekkið í botn –
fór kvøðandi heim eftir vegnum um vín.
– Lat okkum tøma glasið í botn.

Hann leskaði seggir, ja leskar teir enn
– Hey, skál, drekkið í botn –
vælsignaði, drekkið nú kvinnur og menn.
– Lat okkum tøma glasið í botn.

FavoriteLoadingGoym tekstin