Í Kána varð eitt merkisbrúdleyp hildið

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 24. november 2007.

Í Kána varð eitt merkisbrúdleyp hildið,
har Jesus Kristus boðin varð í gildi.
Tann veitsla var tó ikki uttan ekka,
tí vínið treyt hjá gestunum at drekka.

Til tænararnar Jesus Kristus kemur,
við vatni tá hann undurverk sítt fremur.
Teir vatnsker fyltu eftir hansar orði,
tá vatnið vín í kørunum var vorðið.

Á brúðgómin tá høvuðskokkur kallar:
“Hví goymdi tú til gestir tínar allar
hitt góða vínið, sum tú her kanst smakka,
nú veitsla tín so líðandi man lækka?”

Har Jesus sína dýrd læt opinbera,
tá hann sítt fyrsta tekin mundi gera.
Á hann tá trúðu hansar lærusveinar;
hann ongum sína hjálp og signing meinar.

At umskapa var Jesus higar sendur,
so syndari til frelstan mann sær vendir.
Hann skapar gleði, frið í mannahjørtum
og troyst og vón í sorgardøgum svørtum.

Hann loysa okkum vil úr trælabondum
og leiða okkum frelst at himnastrondum.
Tá umskapa hans mikla kærleiks megi
skal neyðarlikam várs á Harrans degi.

FavoriteLoadingGoym tekstin