Í Kristi ílatin vit eru vorðin

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur 7. juni 2007.

Í Kristi ílatin vit eru vorðin
tann dagin, vit til dópin vórðu borin,
við vatni, Anda hann oss endurføddi,
og vára syndasár hann aftur grøddi.

Í dópinum varð frelsan okkum givin,
við Kristi vit til deyðans vórðu grivin
og uppreist har í endurføddum líki
sum arvingar til nýtt lív í Guds ríki.

Tað frelsuverk, sum Kristus fullgjørt hevur,
alt samalt hann í dópinum oss gevur,
har rættvísgjørd av náði hans vit standa
í samfelag við Faðir, Son og Anda.

Skal dópurin tó gagna okkum nakað,
so mega vit ímóti honum taka
við trúgv á Jesus, sum av síni náði
læt skipa dóp í sínum frelsuráði.

Gud, Halgi Andi, gev oss mátt og megi
at renna skeiðið eftir trúarvegi.
O, gævi, Gud, at búna frukt vit bera,
tá aksaskotnan akur tú skalt skera.