Í krossins skugga

Orð og lag: Rich Crist Jr
Týtt: Flóvin Tyril

Á tí sólheita degi á Golgata høvd
hekk tjóvur og píndist í angist og skuld.
Hann til Jesus sær brá, segði við Hann: “Minst meg, tá
Tú í ríki Tínum aftur koma skalt”!

Hann í krossins skugga eyga fekk á Jesus,
sá Guds Son sum sakleyst offur líða har.
Úr tí neyð, ið gekk á hann, sálarbót og frið hann fann,
í tí skugga, Kristi krossur gav,
tað var har, hann uggan fekk, sum hann hjálparleysur hekk,
hjálp og linna krossins skugga í.

Sum Guds Sonur hekk har á krossins træ,
Hann galt mína synd við tí blóði, sum rann.
Hann sá mína neyð, hugdi mildur á meg,
beyð vælkomnum mær í Sítt himmalska heim.

Eg í krossins skugga eyga fekk á Jesus,
sá Guds Son sum sakleyst offur líða har.
Úr tí neyð, ið gekk á meg, sálarbók og frið fann eg,
í tí skugga, Kristi krossur gav.
“Tað var har, eg uggan fekk, sum eg hjálparleysur gekk,
hjálp og linna krossins skugga í”,
hjálp og linna krossins skugga í.

FavoriteLoadingGoym tekstin