Í lívsins ódn sum dúvan rædd

Victor Danielsen
Týtt: Victor Danielsen

1. Í lívsins ódn sum dúvan rædd
mín sál er fremmand her;
hvør fegin fleyg hon hagar burt,
har heimland hennar er!

2. Mín sál er loyst frá heiminum
av Jesu sterku hond;
sum honum mær eitt fremmant stað
nú eru heimsins lond.

3. Hann tornakrýndur, sligin steig
á deyðans myrka veg,
í sterkum guddómskærleika
til lívið vann hann meg.

4. Tí leingist mínum hjarta, at
hin stund skal verða nær,
tá hann skal senda mær tey boð:
Kom upp og búgv hjá mær!

5. Tí trongt og langligt mangan er
á hesum myrka stað
í neyð og freisting, synd og sorg
og vanda mangan dag.

6. Tí leingist barni tínum, Gud,
at búgva hjá tær har,
tí leingist mær, áh, Frelsari,
at savnast har við tær!

7. Tær líkur har eg verða skal
og, sum tú ert, teg sjá
og syngja tær ein takkarsong
og vera fríur tá.

8. Kom skjótt nú, Jesus, tak títt fólk
upp, har tú sjálvur er,
hitt fólk, sum tráar eftir tær
í trongd og útlegd her!

FavoriteLoadingGoym tekstin