Í mai er so stuttligt

Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
Lag: Týskt fólkalag

1. Í mai er so stuttligt, tá skínur sól,
og smálomb spæla um heyg og hól.

Falalalala, fala, fala.

2. Í mai er so stuttligt, tí tá er vár,
og smágentur seta sær sóljur í hár.

3. Í mai er so stuttligt at vera til,
tá óvitar tita um heyg og gil.

4. Í mai, tá frøist hvørt barnasinn,
tá syngja fuglarnir summar inn.

FavoriteLoadingGoym tekstin