Í middagshita møddur her

Orð: Horatius Bonar
Lag: Úr „Este’s Psalter“
Týtt: Victor Danielsen

1. Í middagshita møddur her
til krossin flýggi eg;
sum einki annað stað tað er
eitt skýli fyri meg.

2. Við krossin upp ein kelda rann
út yvir turran veg,
og eingin onnur kelda kann
sum henda lívga meg.

3. Eitt hvíldarstað so søtt er, har
sum stríðið tyngdi teg;
mín Harri, har tú dripin varð,
er lívið fyri meg!

4. Á jørð ein gestur – við tín kross
mín bústað reisi eg;
á foldum einki annað pláss,
eitt heim er fyri meg!

FavoriteLoadingGoym tekstin