Í Mikladali er nú veitslulag

Markus í Norðnástovu
Orð: Markus í Norðnástovu
Lag: O Vestland, Vestland
Viðmerking: Yrktur umborð á Gadus 30. juli 2014 í samband við, at standmyndin av Kópakonuni í Mikladali skuldi avdúkast.

1. Í Mikladali er nú veitslulag,
mót Stórakneysa líta øll so glað.
Tey eru mong, ja helst í túsundtal,
øll halda Kópakonan riggar væl.

2. Úr bronsu stendur har so vøkur hon,
oss sigur søgu um ein bygdason.
Gekk oman fjøru gomlu jólanátt,
har kjósaði sær sprundi vakurt, flott.

3. Og hendan søgnin okkum nógv er søgd,
í vøgguni, helst er í okkum løgd.
Sum filmur, kvæði, leikur kend hon er,
og ferðast eisini runt um víðu verð.

4. Hon søguna nú siga fer hvønn dag,
í silvitni og tá tað brýtur, ja.
Men søgu aðra, mær fer siga frá,
tá fjøran her var alt vit litu á.

5. Teir gomlu sum her norðuri tóku land,
ja kendu bert til ár og homluband.
Á mið so treystir róðu allir tá,
og mangan gyltan fongin mundu fá.

6. Á helluna so blaka fiskin upp,
og draga bátin fram, so bakkan upp.
Í leypin koyrdu fisk og snørini,
og sjagga allir niðan Gamlaveg.

7. So bygdu út og gjørdu alt so væl,
sum trappur upp, stórt neyst og gonguspæl.
Og seinni góður rennistrongur kom,
og dró so farmin trygt um bakkatrom.

8. Í hesi fjøru baldist eisini eg,
og gleddist mest um ferðafólkini.
Tá drabbut var, so Barsskor ei kom at,
í Lítlabáti tá so mangur græt.

9. Til tungan farm og tá ið sjúka var,
vit drógu okkar áttamannafar.
Páll Fangi tryggur tá á báru reið,
at skipinum hann legði uppá preið.

10. Men tað var eitt vit vildu fingið burt,
tá Weihe kom her norð við Medicus.
Har piparið tað grør, hann ynsktu tá,
tí illa ræddust vit børn nálina.

11. Men brádliga so kom ein onnur tíð,
norð fingu veg og holini tey trý.
Har heimi seinni ferjuleguna,
so fræls nú koyra, sigla til og frá.

12. So fjøran, nú hon var jú næstan gloymd,
men tó í okkar hjørtum var hon goymd.
Men Kópakonan nú fer gera tað,
fólk oman fjøru streyma fró og glað.

13. Um onkur ikki oman hattar sær,
úr kikara fær flotta mynd av tær.
Og kika kann jú líka yvirum,
á Kunoynna og Skarð og gjáunum.

14. Til tykkum sum oss góðu henda skatt,
vit neyvan fáa takka tykkum rætt.
Úr mínum hjarta, tøkk stór berast skal,
vár oyggj, hann ger til ordans ferðamál.

15. Eg vóni dagurin fer eydnast væl,
nú Kópakonan skjótt avdúkast skal.
Statt stolt og trygg í brimi, sum í logn
og søgu sig til vaksin og til børn.

FavoriteLoadingGoym tekstin