Í mínum hjarta er gleði

Orð og lag: Albert Allen Ketchum
Týtt: Oddmar Marsten og Svenning av Lofti
Upprunaheiti: Why do I sing about Jesus?

1. Í mínum hjarta er gleði,
Jesus frá synd frelsti meg.
Frelsara mínum eg prísi,
reinsaður nú eri eg.

Niðurlag: Hví vil eg syngja um Jesus?
Hví er hann alt fyri meg?
Hann er mín Harri og Gud, sum
doyði, og frið fekk eg.

2. Bert eina sjón av hans góðsku,
og tað mær nóg mikið var.
Bert við at hyggja á Jesus,
náði og frelsu tú fær.

3. Fagrastur er hann av øllum,
fagur sum liljan at sjá,
krýndur við dýrd og við heiður,
kærleika, miskunn og náð.

FavoriteLoadingGoym tekstin