Í Náin einkarsonur út varð borin

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur 1. mai 2007.

Í Náin einkarsonur út varð borin
hjá móður síni, ið var einkja vorðin.
Ein stórur skari syrgjandi í friði
hann fylgdi líki út um bygdarliðið.

Stór mannfjøld gekk á hesum sorgardegi
við Jesusi á sama bygdarvegi,
tveir skarar møttust hesa somu løtu
á deyðans og á lívsins mannagøtu.

Í sinn og skinn var skarin eins at síggja,
men ein bar deyðan og hin lívið nýggja,
her einans Jesus allan munin gjørdi,
hann upp frá deyða lívið aftur førdi.

Har skarar møttust tveir á deyðans beði,
straks vendist sorg og neyð til stóra gleði,
av Jesu almáts vørrum fram varð borið
tað troystarríka lívsins guddómsorðið.

Tú reis teg upp! og straks kom ungi maður
til móður sína aftur findarglaður.
Tey trúðu, at Gud fólk sítt vitjað hevur
við Jesusi, sum lív í deyða gevur.

Í Kristi fylgi kirkja spratt ta løtu,
eitt sameint trúarlið á kirkjugøtu,
ið sá og trúði sæla guddómsorði,
sum her á fold í Kristi hold er vorðið.

Tøkk, Jesus, at tú enn vilt hjá oss vera,
við skírn og altarborð tín gerning gera.
Grundfest ta trúgv, at tú til lívs frá deyða
skal okkum reisa páskamorgun reyða.

FavoriteLoadingGoym tekstin