Í náttarmyrkri sál mín lá

Orð: Judson W. Van DeVenter
Lag: Winfield Scott Weeden
Týtt: Victor Danielsen

1. Í náttarmyrkri sál mín lá,
til Jesus kom til mín
og allar skuggar burtur rak
og gav mær kærleik sín.

Niðurlag:
Sólskin, sólskin, sólskin havi eg,
sólskin, sólskin allan lívsins veg;
síðan Jesus fann meg, gav mær frið frá sær,
havi eg hans kærleikssólskin milt í mær.

2. Er loftið alt av skýggjum dimt,
og bróta bylgjur vilt,
er verðin myrk, í míni sál
hans sólskin vermir milt.

3. Við Gud eg eigi samband søtt,
tá sól hans sær meg á;
eg streingi fram, og heiminum
eg bakið vendi tá.

4. Eitt rúmsátt land hann veitti mær
og slættar mær mín veg,
og í hans kærleikssólskini
lívsávøkst heysti eg.

5. Skjótt síggi eg hann, sum hann er,
mítt ljós, sum her upp rann,
í ljóma úr hans andliti
tilbiði ævigt hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin