Í oyðimørk ein mannamúgva situr

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 5. november 2007.

Í oyðimørk ein mannamúgva situr
at lýða á, tá Jesus talu flytur.
Hann varnast, tá ið dagur tekur aftna,
at ov lítið tey hava sær til matna.

Fimm byggbreyð og tveir fiskar drongur hevði,
for føtur Krists tey lærusveinur legði.
Hann takkaði og breyt so breyðið sundur,
tá mannfjøld sá Guds kærleiks mikla undur.

Tí tá ið breyð og fiskar vórðu borin
til svanga skaran, var hann mettur vorðin.
Og tægur tólv av molunum teir fyltu,
so ongan mat tey heldur burtur spiltu.

Í heimsins oyðimørk enn Jesus stendur,
har gávu Guds hann ber í manna hendur,
tí grøðin øll og alt, ið havið hevur,
er dagligt breyð, ið góði Gud oss gevur.

Lær okkum tí at røkta heimsins grøði,
so einki spillist burt av tíni føði.
Rek mammon út og alt, ið er so vorðið,
at mangt eitt heim ei hevur mat á borðið.

Tøkk, Gud, tú vilt teim góðar gávur veita,
sum svong og tyst her vilja til tín leita.
Tú hvílu gevi teim, sum tyngd av møði
hjá Jesusi sær fáa sálarføði.

FavoriteLoadingGoym tekstin