Í oyðimørkum fram við vatnsins strendur

Mikkjal á RyggiAndreas Peter Berggreen
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Andreas Peter Berggreen

1. Í oyðimørkum fram við vatnsins strendur
so hugagóð ein mannamúgva stendur,
tey sjúku batna, sorgarbyrðar lætna;
tá gloyma tey, at einki er til matna.

2. So mæltu sveinar: Lat nú fólkið fara;
fimm breyð og fiskar tveir vit hava bara,
hvat munar tað til allan henda skara,
men Jesus vil enn mikið meir tey læra.

3. Við bøn og signing byrjar hann so býtið,
fimm túsund mans, og eingin fekk ov lítið,
til avlops vóru tægur tólv á tremur, –
tey stórverk enn Guðs signing javnan fremur.

4. Men sjáldan rennur mær og tær í huga,
at tílík undur vit so ofta skoða;
eitt lítið fræ í døkka mold vit sáa,
á heystardegi ríka frukt vit fáa.

5. Ei tørvar mær at grunda út Guðs leiðir,
men líta fast á hann, sum valdið eigur;
hann varðar meg, sum jørð og himni ræður,
í hondum hans tá kann eg ganga glaður.

FavoriteLoadingGoym tekstin