Í Róm í fangahúsi

Orð og lag: Blátt Gras

Í Róm í fangahúsi situr hann.
Ein órættur, sum lagnan honum vann,
men hóast tað so hevur hann tað gott,
tí at Guð sjálvur gevur honum mátt.

Niðurlag: Hann sigur: Gleðið tykkum,
gleðið tykkum
altíð í Harranum.
Stúrið ei, men søkið Harran Guð,
takkið og ákallið hans navn.

Í fangahúsi myrkt og dapurt er.
Har situr Paulus, tí hann krossin ber.
Í leinkjum so hann ikki rýma skal,
tað pínir, men hans andi trívist væl.

Hann hevur sagt um Harran Jesus Krist,
Hann er uppstaðin – hetta veit hann vist.
Hann glaður er í hjarta og í sál,
at koma „Heim” tað er hans hægsta mál.

Hann skrivar: Kristi krossur ber øll sár,
varðveitir hugsanir og hjørtu vár.
Og Harrans friður ber upp um alt vit,
tí Jesus livir, hetta vita tit.

FavoriteLoadingGoym tekstin