Í sól og í mána og stjørnunum við

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 12. oktober 2008.

Í sól og í mána og stjørnunum við
stór tekin á himlinum verða,
og alheimsins kreftir tær skakast úr lið,
tá Krist brátt seg man opinbera.

Tá kvíðir í ráðloysi mannaætt øll,
tí dagurin kom sum ein snara,
tá sjógvarnir skola, tá falla øll fjøll,
og mannfjøldir flýggjandi fara.

Men hevjið tá høvur øll Guds børn, tí sí:
Guds ríki í nánd tá er komið,
og menniskjusonin øll síggja í ský,
tá loysn øll hans børn hava nomið.

Sum summarið sigrar á vetrarins ódn
við lýkku og gróðri og grøði,
so liva í trúnni Guds vónríku børn
til Guds ríkis komu við frøi.

“Tit vakið og biðið”, so Jesus oss beyð,
so før vit tá verða at standa,
tá skepnur seg eymka í svárastu neyð,
og Guds dómar jørðina granda.

O, sælasta stund! tá tann nýskapta fold
við rættvísi, friði og gleði,
skal savna Guds børn upp úr havi og mold
um ævir á uppreisnardegi!

FavoriteLoadingGoym tekstin