Í staðnum Betlehem

Orð og lag: Jón Magnus Joensen

1. Í staðnum Betlehem, har Jesus føddur var,
har vildi eg sjálvur verið tá.
Men tað er nú ov seint, at kunna gera tað,
tí eingin hann nakrastaðni sær.

2. Hvar er hann í dag, sigur tú?
Hvar finni eg hansara bú.
Um tú vilt síggja hann, so trúgv tú orðum hans,
so ein dag hann tú síggja kanst.

3. Í staðnum Nasaret, har Jesus drongur gekk,
har vildi eg sjálvur verið tá.
Men tað er nú ov seint, at kunna gera tað,
tí eingin hann nakrastaðni sær.

4. Hvar er hann í dag, sigur tú?
Hvar finni eg hansara bú.
Um tú vilt síggja hann, so trúgv tú orðum hans,
so ein dag hann tú síggja kanst.

FavoriteLoadingGoym tekstin