Í stríðnum til ein stað eg flýggi

Orð og lag: Allan Törnberg
Týtt: Petur William Háberg

1. Í stríðnum til ein stað eg flýggi
og frið og hvílu finni har.
Eg Himmalin har opnan síggi,
og har fær hjartans longsil svar.

Niðurlag: Áh, dýri staður, Gud mær gav,
har falla allar byrðar av.
Til Gud eg har alt bera má.
Tann staður er mín bønarvrá!

2. Og har eg Andans loga kenni,
tær myrku maktir hvørva har,
eg aftur við tí eldi brenni,
sum Harrin hevur birt í mær.

3. Og dimmist loft av kvøldarskýggi,
og eingin meir meg skilja kann,
tá eg til hendan staðin flýggi –
og myrka loft tá klárna man!

4. Áh, vakra pláss, har sorgin svinnur,
og hvar hvør freisting missir mátt,
hvar sálin altíð náði finnur,
mín bønarvrá – mítt himmalslott!

FavoriteLoadingGoym tekstin