Í summarhýri

Jógvan við Keldu
Orð og lag: Jógvan við Keldu

Upp um hamrar, ígjøgnum illgongda lendi,
fram eftir fløtum tú sólina kendi.
Dalurin grønur, so lættur og slættur.
Seyðurin hyggur og snarar sær aftur.
– Upp um hamrar er tungt.

Fram við ánni, ígjøgnum skurrandi grasið,
fossandi flóð gerst til glitrandi glasið –
stríðandi, strembandi stoytist á brøttum,
mutlandi, tutlandi spælir á sløttum.
– Fram við ánni er hvíld.

Yvir ánni sæst dansandi lív eins og támið,
verur so smáar í summarsins dámi.
Tunnligur roykur úr hyljunum stendur,
kuldan til hita brátt sólskinið bendir.
– Yvir ánni er lív.

Har frá tindi og røðini landið seg spennir.
Áin úr fjalli í sjógvin seg rennur.
Oyggjar frá eini til aðra tær hyggja,
fuglurin friðsamt á tjarnum sæst liggja.
– Hetta landið er títt.

FavoriteLoadingGoym tekstin